Whitney hjálpti Jessie J

Tá bretska Jessie J fór undir at skriva sangin "Domino", var tað ein heilt ávísur sangur, ið gav henni íblástur. Sangurin, sum hon fekk íblástur frá, var eingin minni enn stóra hittið "I Wanna Dance With Somebody", sum Whitney Houston sang í 1987. Ætlanin hjá Jessie J var nevnliga at gera eitt lag, sum skuldi geva fólki júst somu kenslu, sum tá tey hoyra ikoniska og orkuríka hittið hjá Houston.

 

- Eg hugsaði bara "nú fari eg at gera handa sangin í eini nútímans útgávu," fortaldi Jessie J í útvarpsrásini Capital FM.

 

- Tað skuldi verða ein sangur, sum var í høgum tempo, stuttligur, og harafturat skulu øll kunna syngja við og dansa til sangin, sigur 22 ára gamla Jessie J. Sjálv er hon avbera væl nøgd við endaliga úrslitið av sanginum.

 

- Tað er ein glaður sangur! Og so fari eg altíð at smílast, tá eg syngi ella bara hoyri hann, sigur Jessie J, sum eisini er kend fyri sangirnar "Price Tag" og "Do it Like a Dude".