Whitney í dýrastu neyð

Houston, we have a problem. Heimskenda songkvinnan Whitney Houston ferðast í løtuni runt í Europa og ger sær fyri skommum.

Tann fyri so vakra og vælsyngjandi amerikanska songkvinnan er ikki tað, hon einaferð var. Tað er blivið staðfest allastaðni, har hon hevur hildið konsertir kring Europa. Í gjárkvøldið hevði Whitney Houston konsert í Keypmannahavn, og har vóru eisini føroyingar hjástaddir.

Donsku bløðini skriva, at hundraðtals áhoyrarar rýmdu av konsertini, tí framførslan var so vánalig.

- Eg fekk ilt í hjarta at síggja hennara niðurtúr frammanfyri øllum sínum fjepparum, segði ein áhoyrari við Ekstrablaðið.

Ummælarin hjá BT skrivar, at hann hevur ongantíð áður sæð so nógv fólk rýma undir einari konsert.

-Vit upplivdu eina tivandi, blásandi og forvirraða songkvinnu. Hon royni framvegis at sannføra seg sjálv um, at hon er størri enn lívið, men orsaka meg – halt kjaft, tað er trist, skrivar ummælarin. Hann gevur Whitney Houston eina av seks stjørnum fyri framførsluna.