“What’s in it for me?”

Gangi í hesum døgum við óhuga í sinni. Var á fundinum týskvøldið um ‘kvinnur og politikk’. Áhugavert og gott tiltak - allarmest fegnaðist eg um allar tær hollu og áhugaverdu kvinnurnar sum tóku orðið. Veldugt at lýða á! Eisini har var gott politikarapotentiali

Aftur til óhugan. Harmist um, at vit allar siga “Líkist ongum”, “Nú mugu qvinnurnar sleppa framat”, “My oh my, tað hevði verið meiri dynamikkur, um fleiri kvinnur vóru á tingi”, “Sæst týðiliga, at tað eru menn sum koma við uppskotunum!” Hetta siga vit ofta, men allar tær gløggu kvinnurnar eg tosi kvinnuumboðan við siga við ein munn, at tær ikki stilla upp. “Tað hevði eg ikki boðið mær sjálvari!”, “Eg havi eitt gott arbeiðið sum er!”, “Menninir dominera tað so til, at tað tími eg ikki!”, “Vit sleppa jú ikki framat sum annað enn pynt á listunum!”

Vóni tí, at politisku flokkarnir allir sum ein fara at gera sítt til, ikki bara at fáa kvinnurnar á listan, men eisini at vera viðvirkandi til, at gera tað til eina góða uppliving, sum ger at uppaftur fleiri fara at hava hug til at vera við á politiska víðvøllinum.

Hvussu kundu politisku leiðslurnar gjørt tað hugaligt hjá kvinnum við børnum? Sum heild við at taka atlit til, hvussu kvinnan kann tvinna familju- og arbeiðslív.

Hvussu kann tað gerast?

 

Fundast mest møguligt í vanligari arbeiðstíð

Latið tær sloppið framat í útvarpi og sjónvarpi

Skipa fyri barnaansing, tá floksting og aðrir longri fundir eru

Tosa siðiligt við og um hvønn annan

Avtala nær fundirnir byrja og enda

 

Tá arbeiðsgleðin í stóran mun hevur við góðar starvsfelagar og ávirkan á arbeiðsdagin at gera er týdningarmikið, at júst hetta eru eyðkenni í politiska lívinum.

Støðugt fleiri eru stakir uppihaldarir og nógvar eru sjómanskonur. Hesar kvinnur mugu hava ávirkan á arbeiðstíðirnir fyri at kunna vera við. Og bert við at hava eisini hesar kvinnur við, hava vit eitt løgting sum umboðar føroyska samfelagið.

Ímynda tær, hvussu nógv áhugaverdari tingvarpið hevði verið, um fleri kvinnur vóru á tingi! Og ímynda tær hvørji øðrvísi og mennandi uppskot, tá høvdu verið framd! Vænti mær, at vit høvdu sæð munagóðar ábøtur at kalla allastaðni í samfelagnum.

Hvat siga tit – skulu vit herja á allar?