What is love?

Væl eydnaða 90-ára-kvøldið í einum proppaðum Rex seinasta vikuskiftið heldur fram leygarkvøldið 11. apríl í Rex. Talan er um vinmannin hjá Snap!, Haddaway, ið hevur selt yvir 20 milliónir fløgueintøk.

 

Haddaway er mest kendur fyri hittið ?What is love?, men millum onnur kend løg hjá honum kunnu ?Rock my Heart? og ?Life? nevnast. Hesi løgini vóru sera nógv frammi í 90´unum og tað var sjáldsamt ikki at hoyra tað í býnum.

 

Haddaway, ið kemur fra Trinidad og Tobago, dugir tó eisini annað enn at syngja og gera fangandi løg. Hann hevur eina doktaragrad í ?Political Science & History? frá Washington University.

Umframt hetta koreograferar hann síni egnu dansitrin og hann sigst duga væl at spæla amerikanskan fótbólt...

 

Haddaway hevur higartil gjørt fýra fløgur, sum tilsamans hava selt 20 milliónir eintøk.