Wham møguliga aftur á beinunum

News Of The World, skrivaði í gjár at George Michael og Andrew Ridgeley møguliga fara at upptaka nýggjan tónleik. Sambært enska dagblaðnum, skulu Michael og Ridgeley, ið saman í 80´unum myndaðu enska pop bólkin Wham, í loyndum flúgva til USA í summar til at upptaka nýggj løg upp saman við væl kenda framleiðaranum Steve Lillywhite (Rolling Stones, Travis, Simple Minds). Meir fæst ikki at vita enn, men fólk rokna við at afturvendanin hjá bólkinum kann gerast størri enn tann hjá Take That í fjør.