WFP takkar Føroyum fyri stuðul

World Food Program takkar føroyingum fyri stuðul til verkætlan í Senegal Uttanríkisráðið hevur latið 300.000 krónur til heimsmatvørufelagsskapin World Food Programme. Peningurin fer til verkætlan í Senegal, ið nevnist Senegal Country Programme.

Endamálið við hesi ætlan er at fyribyrgja undirføðslu hjá børnum, at eggja børnum til skúlagongd, og at byggja upp lokalsamfelagið, við at gera vegir, brunnar, velta o.l.. Matur verður latin íbúgvum, ið luttaka í verkætlanini.

Í skrivi til Uttanríkisráðið takkar World Food Programme fyri veitingina og upplýsir samstundis, at stuðulin munar væl hjá teimum, sum búgva á landinum í Senegal, og sum líða undir mattroti og undirføðslu, sigur Uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.