Westward Ho aftur útsett

Tey, ið hava glett seg til at sluppin Westward Ho, ið eftir drúgvar og umfatandi umvælingar uttanlands, skuldi koma aftur á Havnina í oktober/november mánaði, mugu nú brynja seg við toli. Sluppin kemur nú væntandi ikki fyrr enn til várs, hóast alt

Á heimasíðuni www.westwardho.fo stendur nú at lesa, at sluppin allarhelst ikki kemur aftur til Føroya enn, hóast hon eftir ætlan langt síðani átti at havt verið her.
Sluppin liggur í løtuni á eini skipasmiðju í Skotlandi, og umvælingin verður ikki liðug fyrr enn í seinast í november ella einaferð í desember mánaði. Hon skuldi upprunaliga vera liðug í september ella oktober.
Stóra seinkingin kemst av, at í avtaluni við skotsku skipasmiðjuna stendur, at um skipasmiðjan fær annað umvælingararbeiði, ímeðan arbeitt verður uppá Westward Ho, so skal hitt arbeiðið takast fram um Westward Ho.
Í august og september í ár vóru millum annað tvey føroysk skip verið til umvælingar á skipasmiðjuni í Fraserburgh, og hetta hevur tí verið við til, at seinka arbeiðnum uppá sluppina.
Av tí, at tað er hægsta vetrartíð, tá sluppin nú ætlandi verður liðug, hevur nevdin í grunninum Sluppin gjørt av, at Westward Ho skal vera liggjandi í Fraserburgh veturin yvir.
So tey, ið spent bíða eftir sluppini, mugu brynja seg við toli, tí væntandi kemur hon nú ikki fyrr enn í apríl mánaði komandi ár.

Myndatekstur:
Havnarsluppin Westward Ho, sum í longri tíð hevur verið uttanlands til umvælingar, kemur nú væntandi ikki aftur til landið fyrr enn í apríl mánaði komandi ár. Hetta kemst av nógvum seinkingum í umvælingararbeiðnum, sum ikki verður liðugt fyrr enn í desember. Síðani fer sluppin at liggja í Skotlandi fyri veturin.