Westlife telist millum stóru dreingjabólkarnar í søguni, og teir seldu milliónir av fløgum kring heimin. Teir ferðaðust eisini víðahvar við tónleikinum – millum annað í Føroyum – men nú bólkurn ikki er virkin, hevur ein av sangarunum funnið eina alternativa vinnu.
Mark Feehily eigur ein lastbil, sum er innrættaður sum sølubúð, og hann arbeiðir sjálvur nógv í bilinum, sum eitt nú selur kaffi og pannukøkur til fólk á gøtuni og á festivalum.
- Fólk verða ovfarin av, at eg geri pannukøkur í lastbili. Men hetta er mín forrætning, og eg elski tað, sigur Mark Feehily sambært blaðnum The Mirror.