Ídnaðarlandingar
Fuglafjørður: Írski báturin, Western Endeavour, hevur seinastu tíðina lagt tríggjar svartkjaftalastir upp til Havsbrún í Fuglafirði.
Sunnumorgunin kl. 9 vóru teir á Fuglafirði av triðja túrinum á hesum sinni. Landingin byrjaði kl. 13 sunnudagin, og mánamorgunin kl. 06 vóru seinastu fiskarnir komnir upp úr lastini.
Western Endeavour hevur havt umleið 2300 tons av svartkjafti hvønn túrin. Teir royna vestanfyri Írland, og tað tekur teimum tvey samdøgur at sigla heim til Føroya við lastini.
Hini skipini
Á Havsbrún veit Jákup Oluf Joensen at siga, at Krúnborg og Chr. í Grótinum royna eftir lodnu í Faksabuktini, vestanfyri Reykjanes. Teinurin úr Reykjanesi og higar til lands er stívliga 450 fjórðingar.
Jákup Oluf heldur, at Saksaberg eisini er á lodnuveiði í Íslandi, men skipið lastar bert 800 tons, og tí leggja teir helst veiðina upp har yviri.
Tróndur í Gøtu fór ætlandi á svartkjaftaveiði vestanfyri Írland; teir byrjaðu hendan túrin í seinnu helvt av síðstu viku.
Høgaberg, fyrrverandi Gullfinnur, sum herfyri kom í flotan fyri Jón Sigurðsson og Norðborg, eru í Barentshavinum.