Westergaard ætlar at vitja í Føroyum

Fyrradagin kom fram, at Kurt Westergaard ætlar at flyta til Føroyar, tí hann nevndi Føroyar í sambandi við eina bók við endurminningum.

Men bløðini tóku heldur dýran til, tá hansara útsagnir vóru tulkaðar sum, at hann vil seta búgv í Føroyum.

Tað sigur hann við Dimmalætting í dag.

- Tankin um at vitja Føroyar er fleiri ferðir komin fyri meg, tá ágangurin hevur verið harðastur. Eg trúgvi ikki, at tað ber til við øllum teimum trygdarfólkunum, eg daliga havi kring meg, at flyta til Føroya. Men eg kundi væl hugsa mær at vitja, sigur Kurt Westergaard, sum ongantíð hevur verið í Føroyum, við Dimmalætting.

Kurt Westergaard gjørdist víðagitin í 2005, tá hann teknaði profetin Muhammed við eini bumbu í turbanini. Tekningin varð prentað í Jyllandsposten. Úrslitið var stórur ófriður í stórum parti av muslimska heiminum. Tey mettu, at tað var grov ærumeiðing av Muhammed.