West Phoenix skal bora sjeynda brunn í Føroyum

Boripallurin er spildurnýggjur og skal í vetur bora fyri Total í Norðsjónum. Henda boring er nakað seinkað. Tað er tó óvist, um hetta fer at ávirka boringina í Føroyum næsta ár, sum ENI stendur fyri

Tað verður ein av teimum nýggjastu boripallunum í heiminum, júst liðugt bygdur á skipasmiðju í Korea, ?West Phoenix?, sum skal bora næsta brunnin á føroyska landgrunninum. Talan er brunn á Anne Marie leiðini, sum liggur har suðuri við markið, ið italska oljufelagið ENI er fyristøðufelag fyri. Við í samtakinum eru eisini Faroe Petroleum og eitt japanskt felag. Tað hevur verið frammi áður, at brunnurin skal borast í apríl 2009, men samtakið hevur kortini víðari rásarúm enn so. Boriloyvið gongur ikki út fyrr enn í 2010. Hinvegin er torført at fáa boripallar, og her hevur ENI eftir øllum at døma gjørt avtalu við Seadrill, sum eigur pallin ella við oljufelagið Total, sum hevur langtíðarleigað pallin í trý ár.

Eftir ætlanini skuldi pallurin bora fyri Total í norskum øki í august í ár, men hetta verður kortini ikki fyrr enn í oktober skrivar Stavanger Aftenblad á heimasíðu síni. Pallurin er í løtuni á Las Palmas, har tað seinasta eftirlitið verður gjørt. Tað hevur enn ikki eydnast at fáa viðmerking frá ENI um henda seinking eisini fer at ávirka boringina í Føroyum næsta ár. Nils Sørensen frá Faroe Petroleum sigur, at hóast teir eru við í boringini, so liggur alt arbeiðið í sambandi við boringina hjá fyristøðufelagnum ENI. Hann dugir ikki at siga, um boringin verður útsett. Summarið er langt, so tað nýtist ikki at merkja nakra seinking.