West Hercules kastar milliónir av sær

Umvælingararbeiðið kostar fleiri tíggjutals milliónir krónur og gevur arbeiði til fleiri enn 200 fólk

Umvælingararbeiðið kostar fleiri tíggjutals milliónir krónur og gevur arbeiði til fleiri enn 200 fólk.

 

Skálafjørðurin skal næstu vikurnar standa sína roynd sum oljuhavn, nú boripallurin West Hercules kemur at liggja á fjørðinum. Talan er um rættuliga umfatandi umvælingararbeiði, ið skal gerast umborð. Tað setir krøv, men er eisini ein gyltur møguleiki fyri føroyskt vinnulív at vísa seg fram.

 

– Vit hava havt góðar royndir av føroyskum fyritøkum, sum hava gjørt eitt gott arbeiði fyri okkum til kappingarførar prísir. Tí valdi vit at leggja hetta stóra arbeiðið við West Hercules í Føroyum, sigur Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil.

 

Talan er bæði um arbeiði, ið upprunaliga skuldi gerast í Norra, áðrenn pallurin kom á føroyska landgrunnin; og eisini um arbeiði, ið ætlanin var at gera í Nýfoundlandi, har næsta uppgávan hjá West Hercules er.

 

– Men vit gjørdu so av, at alt arbeiðið skal gerast í Føroyum. Talan er tí um arbeiði fyri fleiri tíggjutals milliónir krónur, sigur Rúni M. Hansen.

 

Sambært stjóranum hjá Statoil verða fleiri enn 200 fólk knýtt at umvælingararbeiðinum umborð á West Hercules. Talan verður um bæði føroyingar og útlendingar.

 

Millum annað tí hevur Statoil leigað eitt hotellskip, ið kemur at liggja á Skálafjørðinum tær umleið fýra vikurnar, arbeitt verður.

 

Skálafjørðurin er av náttúrunar hond sera væl egnaður at leggja ein boripall Ein vansi er tó, at pallurin ikki sleppur at bryggju.

 

– Tað er sjálvandi ein avbjóðing. Fyrstu dagarnar mugu vit tí flyta arbeiðsfólk aftur og fram við tyrlu, men síðani kemur ein bátur at sigla millum Runavíkar Havn og pallin, sigur Rúni M. Hansen.

 

Stjórin í Statoil sær góðar møguleikar fyri at aðrir boripallar eisini koma inn á Skálafjørðin til umvælingar.

 

– Nógv umvælingararbeiði verður gjørt í Norra og Skotlandi. Vit vita av royndum, at fyrsta uppgávan ofta er tann truplasta, men gongur arbeiðið við West Hercules væl, so er væl hugsandi at annað umvælingararbeiði eisini verður gjørt á Skálafjørðinum, sigur Rúni M. Hansen.

 

Les eisini: West Hercules eystan fyri Sandoynna