West Ham verður ikki gestur í Gundadali

Eftir 3-0 tap í Viborg í kvøld verður setingingurin hjá B36 týskvøldið at vinna stig til føroyska roknskapin í Europa

Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Leikluturin hjá B36 í europeisku kappingunum tykist mest sum at vera av í hesum umfari. Í kvøld legði B36 rygg til 3-0 tap á útivølli ímóti Viborg í donsku superliguni. Returdysturin verður í Gundadali týskvøldið. B36 fer ikki týskvøldið at megna at venda gongdini til samantaldan sigur. Fyri B36 og føroyskan fótbólt er at vóna, at B36 fer at megna javnleik ella kanska heimasigur, og harvið fer at betra longu góða roknskapin hjá føroysku feløgunum í Europa í ár.

 

B36 var í kvøld í verjukendari útgávu, og hóast heimaliðið var væl meiri á bóltinum, so megnaði B36 allan fyrra hálvleik og við fínum hugburði at vera framúr væl skipað í verjupartinum. Allir arbeiddu fyri allar, og tilvitanin um at halda tætt millum keturnar var stór.

 

Viborg skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki. Tað var, tá ið B36 málverjin var óheppin at taka beinini undan einum mótstøðumanni, og so bríkslaði armenski dómarin fyri brotssparki.

 

Viborg verður í løtuni roknað at vera eitt av bestu feløgunum í superliguni, og Viborg vann 3-0. Tey bæði málini eftir steðgin vórðu skorað beinanvegin eftir steðgin. Tá stemmaði tað ikki heilt í verjuspælinum hjá B36 og so sektaði heimaliðið.

 

Hannes Agnarsson var einasti maður í fremstu røð hjá B36. Luturin hjá honum og miðvallarunum var støðugt at hjálpa til í verjuspælinum, og B36 hevði bara eina roynd ímóti mótstøðumálinum.

 

Samantaldi vinnarin av uppgerðini millum Viborg og B36 verður Viborg, og harvið verður tað ikki B36 men Viborg, sum í aðru viku fer at spæla um pláss í bólkaspælinum ímóti West Ham. Týskvøldið fer B36 á heimavølli at biðja Europa farvæl á hesum sinni. So verður setningurin at vinna nýtt atgongumerki til europeiska kapping. Møguleikin er við at enda millum fýra tey fremstu í landskappingini.

 

-

 

Viborg – B36 3-0 (1-0)

 

1-0: Jacob Bonde br 21.

 

2-0: Clint Leemans 48.

 

3-0: Marokhy Ndione 52.

 

Mikudagin 3. august 2022 kl. 19.00 á Viborg Stadion

 

Dómarakvartett úr Armenia: Henrik Nalbandyan, Mesrop Ghazaryan, Sargis Hovhannisyan og

 

Zaven Hovhannisyan (4. dómari)

 

Viborg: Lucas Lund – Anton Gaaei, Nicolas Bürgy, Zan Zaletel, Christian Sørensen – Clint Leemans, Jacob Bonde, Jan Zamburek – Justin Lonwijk, Marokhy Ndione, Ibrahim Said

 

B36: Mathias H. Lamhauge – Símun Solheim, Thor Høholt, Lukas Enevoldsen (Andrias H. Eriksen, 67.), Sonni Ragnar Nattestad, Benjamin Heinesen (Magnus Holm Jacobsen, 67.) – Bjarki Nielsen, Eli Falvkvard Nielsen, Michal Przybylski (Ragnar Samuelsen, 80.), Andrass Johansen (Martin Agnarsson, 67.) – Hannes   Agnarsson

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, Rasmus Reihdar Nissen, Jógvan Gullfoss

 

Gult kort: Símun Sólheim

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix