West Ham á ókendum gøtum

Premier League: Við sigri í kvøld hava West Ham og Chelsea bjóða av í stríðnum um Champions League plássini

Tveir teir seinastu dystirnir í 24. umfarinum í Premier League hava verið í kvøld. West Ham og Cheslea vunnu greiðar sigrar og hava yvirhálað meistararnar úr Liverpool.

West Ham vann í kvøld 3-0 á botnproppinum úr Sheffield United. Stórtalentið, Declan Rice, legði West á odda við brotssparki. Í seinna hálvleiki øktu Issa Diop og Ryan Fredericks. Við sigrinum er West Ham nummar fimm og tað nakað væl hægri enn vanligt.

Cheslea hevur eisini meldað seg inn í stríðið um topp fýra, eftir at Thomas Tuchel hevur tikið við eftir Frank Lampard. Í kvøld vann Chelsea 2-0 á Newcastle á Stambord Bridge í London. Oliver Giroud og Timo Werner skoraðu málini. Við sigrinum er Chelsea nú nummar fýra, sum gevur atgongd til Champions League.

1Man City23165246:1453
2Man Utd24137450:3146
3Leicester24144642:2646
4Chelsea24126640:2442
5West Ham24126637:2842
6Liverpool24117645:3240
7Everton22114734:3037
8Aston Villa22113836:2436
9Tottenham23106736:2536
10Arsenal241041031:2534
11Leeds231021140:4232
12Wolves24861025:3230
13Southampton23851030:3929
14Crystal Palace24851127:4229
15Brighton24511825:3026
16Burnley23751117:2926
17Newcastle24741325:4025
18Fulham23391119:3118
19WBA24271519:5513
20Sheffield Utd24321915:4011