Íslendsku eigararnir av West Ham hava nú selt felagið. Í fyrsta umfari hevur íløgufelagið, CB-Holding keypt felagið, og tað merkir, at Bjørgolfur Gudmundsson ikki longur er formaður í felagnum. Nýggjur formaður er fyribils Andrew Berhardt, og thann hevur longu nú sagt viðhaldsfólkunum, at peningur verður tøkur til keyp av nýggjum spælarum.










