West Freezer dróg svart undir Eystur-Grønlandi

West Freezer fór fyri nøkrum døgum síðan til Eystur-Grønlands, har teir høvdu fingið loyvi at fiska av føroysku toskakvotuni, sum tilsamans er 625 tons. Hetta var fysti túrurin hjá West Freezer til Eystur-Gtønlands í ár, men tað kom ikki nógv burturúr. Teir drógu bara svart, og eru nú rýmdir undan Eystur-Grønlandi.

Tveir aðrir føroyskir bátar hava eisini loyvi at fiska av Grønlandskvotuni, teir eru havnatrolarin Brestir og línubáturin Helena.

Teir á West Freezer høvdu havt samband við ein týskan trolara, sum hevði verið til fiskiskap í Eystur-Grønlandi í eina tíð, teir søgdu at toskurin bleiv burtur eftir einari nátt, teir høvdu einki fingið síðan, eisini teir rýmdu tí undan Grønlandi fyri fiskaloysi.

West Freezer hevur loyvi at fiska undir Íslandi, so teir eru nú á veg undir undir Ísland at royna.