Fiskamerkir
Lutakastið fór fram á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, har Petur Steingrund, fiskifrøðingur helt "skálini" og Jákup Andrasen, skúlastjóri, tók upp úr henni.
At geva virðisløn fyri fiskamerki, hevur verið fastur táttur hjá Fiskirannsóknarstovuni í nøkur ár.
Seinasta árið vóru innkomin tilsamans 408 fiskamerkir, sum vóru við í dráttinum um tær 10.000 krónurnar.
Hepni vinnarin hesaferð gjørdist 24 ára gamli, Wenzil Mouritsen í Sørvági.
Tveir persónar høvdu latið flest merkir inn, nevniliga 19. Flest merkir vóru frá persónum/virkjum á Toftum (59), Klaksvík (57) og Eiði (35).
Tilsamans 854 lutaseðlar vóru við í dráttinum. Orsøkin til, at talið av lutaseðlum er størri enn talið av innsendum merkjum er, at tríggir lutaseðlar luttaka, tá sjálvur fiskurin – og ikki bert merkið – er latin inn.
Umframt lutakastið á Fiskivinnuskúlanum, var ein framløga um havtasku á skránni. Lise H. Ofstad, fiskifrøðingur, hevur í nøkur ár granskað ymisk viðurskifti í sambandi við havtasku, og hesum greiddi hon frá í áhugaverdari framløgu.










