Wensil Hansen á Toftum til minnis

Mánadagin fingu vit tungu og óvæntaðu boðini um, at Wensil var deyður. Man steðgar á eina løtu og fær seg ikki at trúgva tí.



Við sínum lætta sinni, og sínum positiva verumáta, lýsti Wensil upp har sum hann kom. Heilt frá smádreingi var hann raskur og góður egnari, og seinni, tá íð hann hevði fingið annað arbeiði, dámdi honum væl at taka ein stamp av og á.

Í unglingaárunum var Wensil við á liðunum hjá B68, har hann var millum teir allar skjótastu. Seinni fór hann til skips og sigldi millum annað við Morgunstjørnini. Fleiri ár var hann við Volunteer, har hann var kokkur eitt tíðarskeið. Eisini hevur hann róð út við bátum av Toftum.

Hesi seinastu árini  hevur Wensil arbeitt hjá Fiskavirking á Toftum. Har hevur hann verið nógv avhildin, og hansara evnir og áhugi at kokkast komu væl við hjá arbeiðsfólkunum, har hann eisini gjørdi døgurða til teirra á virkinum, og vóru tey sera glað um tað.

Eisini í B68 húsinum var Wensil altíð skjótur at taka eina hond í og val lá fyri, altíð val tilpassar, við einum smíli. Hann varð ein íðin B68 viðhaldsmaður, og var altíð sera spentur, tá dystur var á skránni.

Wensil er uppvaksin í einum góðum og tryggum heimi, har foreldrini Emma og Harry hava lagt alt tað góða niður í børnini. Teir vóru trýggir brøður, og ein systur, sum tey mistu tá hon bara varð 1/2 ára gomul. Tað var eisini ein sera torfør tíð fyri familijuna. Men Gudstrúgvin bar tykkum ígjøgnum stóru sorgina.


Vit fara øll at sakna Wensil, og tann partin av myndini her á staðnum, sum hann var. Størstur verður saknurin hjá tykkum foreldrum og syskjum, og tykkum sum stóðu honum so nær. Eisini hesaferð fara lyftini hjá Harranum um hjálp og styrki í torføru tíðini við tungu sorgini at vísa seg at vera sonn, og at hjálpa tykkum at koma ígjørnum sorgina.
 
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Wensil Hansen
 
Vinur