Hull stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í Premier League hetta vikuskiftið, tá teir vunnu 2-1 á útivølli ímóti Arsenal. Eftir dystin var einki lag á venjaranum hjá Arsenal.
- Vit høvdu kjansirnar til at vinna dystin, og í løtum stríddust vit væl, men samanumtikið vóru vit ikki á tí støðinum, sum krevst fyri at vinna ein slíkan dyst, segði Arsene Wenger eftir tapið.










