Wenger váttar Henry søguna

Nú hevur Arsenal venjarin sjálvur váttað, at Thierry Henry verður leigaður úr New York Red Bull. Avtalan er ikki komin upp á pláss, men Arsene Wenger sigur, at tað heilt víst fer at henda.

 

Thierry Henry hevur síðani kappingin í USA endaði vant við Arsenal. Sum skilst á bretskum miðlum, so hevur hann staðið seg væl hóast hann er blivin 34-ára gamal eftir hondini. Arsenal hevur havt ávísar trupulleikar í álopinum og skal nú klára seg uttan Marouane Chamakh og Gervinho, sum skulu taka lut í Africa Nations Cup.

 

- Hetta er bara positivt, tí hann er eitt serstakt talent. Hann hevur royndir, góð evnir og kann hjálpa leikarum bæði á og uttanfyri vøllin. Hann er 34-ára gamal og ongin vantar at hann er tann sami sum fyri tíggju árum síðani, sigur Arsene Wenger sambært millum annað The Guardian.

 

Um avtalan kemur upp á pláss við New York Red Bull, so er møguleiki fyri at fraklendingurin spælir við móti Leeds í triðja umfari av FA Cup 9. januar. Daily Mail sigur sigur seg vita, at hann skal spæla við 12-talinum á rygginum. Hann spældi annars við nummar 14 í síni tíð, men í løtuni hevur Theo Walcott hana.

 

- Hetta var mítt hugskot og Thierry Henry er sera fegin um tað, leggur Arsene Wenger afturat.

 

Thierry Henry spældi við Arsenal frá 1999 til 2007 og skoraði 226 mál í 370, áðrenn hann skifti til Barcelona. Talan er um ein leigu sáttmála fyri tveir mánaðir.