Franski venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, umhugsar sína framtíð í Arsenal. Wenger roynir at spæla eitt nýtt, ungt Arsenal-lið saman, og sambært Wenger sjálvum fara avrikini í næsta kappingarári at gera av, um hann vil halda fram í felagnum, har hann hevur verið venjari síðani 1998.
- Eg vil menna hetta liðið, men eg má verða fegin um úrslitini eisini. Í løtuni eri eg ikki nøgdur við støðuna, men eg ætli mær í øllum førum at halda mín sáttmála, sigur Wenger við Eurosport. Hann hevur eitt ár eftir av avtaluni við Arsenal.