Chelsea-málmaðurin Petr Cech fekk um vikuskiftið kraniubrot og kann ikki spæla næsta mánaðirnar. Hetta hendi eftir ein samanstoyt við ein útispælara. Nú tekur Arsenal-venjarin Arsene Wenger til orðanna ímóti harða spælinum, og hann heldur, at tað er bert ein spurnignur um tíð, áðrenn ein málmaður letur lív, verður ikki okkurt gjørt fyri at verja teir betur. Eisini málmaðurin hjá Arsenal, týskarin Jens Lehmann, stúrir fyri gongdini.
- Í ár hava tað verið fýra hendingar, har málmenn hava fingið stóran skaða. Tað er ikki av tilvild. Allir fingið stórar skaðar av klossutum taklingum, sigur Lehmann.