Wenger keypir ongan áleypara

Arsenal-fjepparar skríggja eftir nýggjum áleypara, men Arsène Wenger hevur álit á teimum monnum, ið hann hevur frammanundan

Síðani 2004 hevur Arsenal ikki vunnið Premier League. Arsenal er sum so mest støðuga toppfelagið í Onglandi, tí at síðani 1996, tá ið Arsène Wenger tók yvir í 1996 hevur Arsenal altíð endað ímillum fýra tey fremstu. 

 

Arsenal-fjepparar krevja tó meir nú. Seinastu árini hevur felagið verið oddalið stóran part av kappingarárinum, men seinastu mánaðirnar gongur tað altíð galið hjá Arsenal, sum ikki megnar at varðveita eitt meistarastøði í einum heilum kappingarári.

 

Sambært nógvum viðhaldsfólkum og serfrøðingum er ein av orsøkunum til, at Arsenal ikki vinnur Premier League, at felagið manglar ein áleypara av ovastu skuffu. Gamaní er franski Olivier Giroud ein góður áleypari, ið altíð er góður fyri nøkur mál, men fleiri ynskja ein betri ella øðrvísi framherja afturat Giroud, sum eisini kann skora mál.

 

Hetta er tó ikki áskoðanin hjá venjaranum hjá Arsenal seinastu 20 árini, Arsène Wenger. Hann heldur, at álopsparturin á liðnum er fínur, sum hann er.

 

- Vit eru einans áhugaðir í einum miðverja. Tað snýr seg um dygdir, og hópurin er longu ov stórur, segði Arsène Wenger á tíðindafundi fyrr í dag.

 

Hesin miðverjin verður helst kunngjørdur fyrsta dagin, tí at sambært týska Sky Sports er Arsenal blivið ásamt við týska landsliðsleikaran, Shkodran Mustafi, um ein sáttmála. Tó manglar Arsenal at fáa semju í lag við felagið hjá Mustafi, Valencia, um keypsprísin, og sostatt roknast hann ikki við at vera í hópinum, tá ið Arsenal tekur ímóti Liverpool sunnudagin í fyrsta umfari í Premier League.

 

Tað verður ikki eitt Arsenal-lið í sterkastu útgávu, sum tekur ímóti Liverpool á Emirates Stadium. Laurent KoscielnyMesut Özil og Olivier Giroud eru allir júst komnir aftur at venja eftir drúgvt EM-endaspæl, og ongin av hesum leikarum vera við í hópinum. Harafturat eru báðir hinir miðverjarnir afturat Koscielny, Per Mertesacker og Gabriel, báðir skaddir. Sostatt verða tað helst blaðungu Calum Chambers og Rob Holding, ið manna miðverjuna hjá Arsenal sunnudagin.

 

Eisini verður áhugavert, hvør byrjar sum fremsti maður hjá Arsenal sunnudagin. Alexis Sanchez var framherji ein stóran part av farna venjingardysti ímóti Manchester City, men hann spælir aloftast á vinstra vongi. Ein annar møguleiki er 20 ára gamli Chuba Akpom, sum hevur skorað fleiri mál í venjingardystunum undan kappingarársbyrjan. Síðsti møguleiki er skjóti Theo Walcot, ið áður hevur røkt leiklutin sum fremsti maður.