Wenger í øðini undan Bayern uppgerðini

Arsene Wenger var ikki blíður á tíðindafundinum undan Champions League uppgerðini móti Bayern Munchen í kvøld.

 

Venjarin hjá Arsenal er undir trýsti, eftir at Arsenal um vikuskiftið tapti fyri Blackburn í FA Cup steypakappingini. Tað eru eftir hondini nøkur ár síðani, at Arsenal hevur vunnið nakað steyp, og nú byrja viðhaldsfólkini eisini at ótolnast.

 

Á tíðindafundinum gjørdist franski venjarin hjá Arsenal í øðini, tá eitt tíðindafólk spurdi um nøkur viðurskifti í samband við sáttmálan hjá Arsene Wenger. Restina av tíðindafundinum brúkti Arsene Wenger, sum hevur verið venjari hjá Arsenal síðani 1996, til at fílast á spurningarnar og kjakast við tíðindafólkini.

 

Arsenal skal í kvøld spæla móti Bayern Munchen, sum kom í Champions League finaluna í farna kappingarári. Ein annar dystur er eisini í Champions League í kvøld. Hann er millum portugisiska FC Porto og spanska Malaga.

 

Champions League – 1/8 finalur:

Arsenal – Bayern Munchen (19:45)

FC Porto – Malaga (19:45)