Wenger: Barcelona er heimsins best

 

 

Arsenal tekur í kvøld í Champions League móti Barcelona, sum í fjør hólvaði Arsenal av í somu kappingini, men er Arsenal eitt betri lið í ár? Aftur í kvøld eru stórdystir í Champions League og á Emirates leikvøllinum í London møtast tvey lið við somu fótbóltshugsan. Bæði Arsenal og Barcelona fáa mangan rós fyri sítt góða fótbóltsspæl, har tað nærmast ikki er lov at sparka langt. Munurin millum liðini er bara, at meðan Arsenal einki hevur vunnið síðani 2005, so hevur Barcelona vunnið alt sum vinnast kann seinnu árini.

 

Andrés Iniesta er ein av lyklaleikarunum á spanska landsliðnum og Barcelona. Hann er ikki í iva um góðu dygdirnar hjá Arsenal.

 

- Arsenal fer at royna at spæla góðan fótbólt og vit mugu spæla upp til okkara besta um vit skulu hava nakran møguleika, sigur Andrés Iniesta.

 

Seinasta liðini møttust var í í fjórðingsfinaluni í Champions League í fjør. Fyrri dysturin á Emirates endaði við javnleiki 2-2, meðan Barcelona vann retur dystin 4-1 við fýra málum frá Lionel Messi.

 

- Arsenal eru betri fyrireikaðir í ár orsaka av tapinum í fjør, tí tað stendur fríkst í minninum hjá teimum. Tað mugu vit eisini minnast til og ikki taka nakað fyri givið, sigur Josep Guardiola, venjari hjá Barcelona.

 

Venjarin hjá Arsenal, Arsené Wenger, hevur høgar tankar um Barcelona, men trýr upp á ein sigur.

 

- Barcelona er besta liðið í heiminum, men vit eru betri í ár enn tá vit møttu teimum seinast og eg trúgvi upp á at vit kunnu vinna. Vit fara ikki at broyta okkara spælistíl, men vit mugu til at arbeiða harðari uttan bólt, tí Barcelona fer ivaleyst at hava bólt meir enn vit eru vanir við, tá vit spæla í Premier League, sigur Arsené Wenger.

 

Arsenal er uttan Bacary Sagna, ið er leikbannaður, meðan Barcelona er uttan liðskiparin, Carles Puyol, ið er skaddur.

 

Champions League 1/8 finalur í kvøld:

 

Arsenal - Barcelona (19:45)

Roma - Shakthar (19:45)

 

Visti tú?

 

At Lionel Messi hevur ongantíð skorað í einum Champions League dysti í Onglandi?