Wenche Hartmann og bólkur hennara komin til Føroyar

Í dag klokkan 14 lendi flogfarið við Wenche Hartmann og bólki hennara í Vágum.

 

Júst nú sita tey á 62N Airport Hotel og fáa sær ein kaffimunn, meðan Kent vísur teimum á føroyakortinum, hvat tey burdu sæð av vøkru oyggjunum, meðan tey eru í her.

 

Í morgin fara tey millum annað undir Vestmannabjørgini.

 

Wenche Hartmann og bólkur hennara verða at hoyra á Sørvágs Country- & Blues Festivali í annaðkvøld á miðnátt.