Cathy Steinberg er fødd og uppvaksin í Fillipsoyggjunum, men í 1995 hitti hon mannin, Poul, og flutti til Klaksvíkar við honum.
Í heyst fekk Klaksvíkar kommuna fyrispurning um samstarv frá trimum lesandi á DMJX (Journalistháskúlanum í Aarhus). Teir skuldu gera eina verkætlan um integratión í Føroyum.
- Kommunan samstarvar fegin við lesandi um verkætlanarevni, sum á onkran hátt viðvíkja ella skapa relevanta vitan fyri kommununa, og tí var fyrispurningurin sjálvsagt gingin á møti, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Burturúr samstarvinum kom hesin stuttfilmurin um Cathy Steinberg og integratión.
Cathy hevur búð í Føroyum síðan 1995, og er í dag limur í Integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu.
ENGLISH SUMMARY
The film presented above is the result of a project made by three video-journalism students at the Danish school of Media and Journalism.
Cathy Steinberg is born and raised in the Phillipines, but when she met her husband Poul in 1995, she moved with him to Klaksvík.










