Línubátarnir Weest Freezer og Venus landa báðir til Landingarmiðstøðina í Sørvági í dag. Hjá báðum er meginparturin av veiðuni brosma og longa, teir hava roynt á djúpum vatni.
Weest Freezer hevur 50000 pund, teir byrjaðu fiskiskap 5. juli, teir hava allan túrin roynt vestur úr Føroyum.
Venus hevur 80000 pund,teir fóru til fiskiskap 7.juli og byrjaðu á Rygginum, men har var smáligt fiskarí, so teir flutt eisini longur suður, har teir royndu, tað ið eftir var av túrinum.