Peter Troelsen sendi mánadagin ein teldupost til sínar starvsfelagar í grønlendska kringvarpinum KNR, men hetta gjørdist samstundis punktum fyri hansara starvstíð í KNR.
Av óvart sendi Troelsen teldupostin til øll á sínum adressulista - millum annað til politiskar flokkar og aðrar miðlar. Blaðið Sermitsiaq endurgevur brot úr mailinum:
- Nú er Adolf frammi við nýggjari leiðslu. Vit mugu heldur geva honum eitt sindur av plássi, so fólk sjálvi kunnu finna út av, hvussu tápuligur hann og hansara flokkur er, skrivaði redaktørurin í mailinum.
Við Adolf meinar Troelsen við Adolf Hitler og sipar til Nikku Olsen, sum í fjør stovnaði flokkin Partii Inuit.
Peter Troelsen umbar seg fyri óhepna orðavalið, men leiðslan í KNR valdi at siga hann úr starvi, tí tey hildu, at mistakið var ófyrigeviligt.