Webb viðurkennir mistak

- Eg havi hugt eftir hendingini umaftur, og hatta var eitt mistak. Men vit taka avgerðir eftir besta førimuni, tá dystir eru, og tað er ikki altíð eins lætt at síggja, hvat veruliga fer fram.

Somikið bersøgin er Howard Webb, sum leygardagin var fyri hørðum ákoyringum, eftir at hann hevði dømt brotsspark til Manchester United í dystinum móti Tottenham.

Hetta gav Ronaldo møguleikan at skora til 1-2, og tað gjørdist byrjanin til eitt rimmar come-back í dystinu, sum Manchester United at enda vann 5-2.