Wayne Rooney fekk ein snudd á stórutá týskvøldið, tá Manchester United á heimavølli spældi móti Bayern Munchen í Champions League.
Snuddurin er so mikið álvarsamur, at Wayne Rooney ikki er við í hópinum hjá Manchester United móti Newcastle í dag.
Manchester United venjarin, David Moyes sigur við rásina hjá Manchester United, MUTV.
- Wayne Rooney hevur fingið ein stóran snudd á stórutá. Táin sær alt annað enn góð út í løtuni og eg óttist fyri at tað kann vera ein trupulleiki, tá vit skulu spæla í Munchen mikukvøldið.
Víðari sigur David Moyes.
- Vit gera alt tað vit kunnu, fyri at fáa Wayne Rooney tøkan til mikukvøldið. Hann fær tað viðgerð, ið krevst og vónandi verður tað nokk til at hann kann spæla ein leiklut mikukvøldið í Munchen.
Manchester United spælir í dag móti Newcastle á útivølli.
kelda teamtalk.com










