Wayne Rooney: Eg eri ikki útbrendur

Søguligi toppskjúttin á enska landsliðnum hevur ikki verið í einari byrjanaruppstilling síðani 21. september

Tað gongur ikki væl í hond hjá Wayne Rooney í hesum døgum. Wayne Rooney, sum hevur verið liðskipari hjá bæði Manchester United, og hjá enska landsliðnum hevur upplivað at verða settur á beinkin hjá bæði Manchester United og hjá Onglandi. Yvirfyri tíðindafólkum viðgekk Wayne Rooney eisini, at talan er um øðrvísi og harðar dagar fyri hann. Wayne Rooney hevur ikki verið í einari byrjanaruppstilling síðani 21. september.

 

- Eg havi nærum altíð byrjað inni har, sum eg havi spælt, so hetta er ein nýggjur veruleiki. Eg má bara halda fram at stríðast fyri at vinna plássið aftur í byrjanaruppstillingini. Eg veit, at fari at fáa møguleikan aftur, og tá má eg verða til reiðar at taka av møguleikanum. Mær hevði líkað best at sloppið at byrjað inni hvørja ferð, men hetta er avgerðin hjá høvuðsvenjaranum, og hana má eg virða, sigur Wayne Rooney, sum er byrjaður uppá sítt 15. kappingarár í Premier League. - Eg verið 31 ár í komandi viku, og eg eigi enn nógv eftir í mær. Eg eri ikki útbrendur, slóð Wayne Rooney fast yvirfyri tíðindafólkunum.

 

Hóskvøldið tekur Manchester United ímóti turkiska liðnum, Fenerbache á Old Trafford leikvøllinum í Manchester. Sunnudagin hevur liðið eina torføra uppgávu á útivølli, tá United møtir Chelsea á Stamford Bridge leikvøllinum í London.