- Vit eru ikki á veg til Føroya at beinleiðis forða ræðuliga grindadrápinum, sum fer fram á barbarisku oyggjunum. Okkara mál er at koma við harðrendum mótmæli uttan harðskap. Møguliga fer almenningurin at varpa ljós á hetta hópdrápið, sum er meira ónt enn springaradrápini.
Tað skrivar Sea Shephed á síni heimasíðu.
Sea Shepherd er ávegis til Føroya vð tveimum skipum. Sambært heimasíðuni hjá djóraverdnarfelagsskapinum verða akustisk tól, sum geva ljóð frá sær, sett kring landið. Tað skal ætlandi ræða grindahvalirnar. Ein týskur felagsskapur legði slík tól í havið kring Føroyar í fjør.
- Vit ætla eisini at blanda okkum, um føroyingar fara í grind, skrivar She Shepherd á sínari heimasíðu, uttan at siga ítøkiliga, hvussu tað verður framt.









