Paul Watson er bæði fegin og argur um eina nýggja lýsing hjá bilamerkinum KIA, sum varð framleidd til Super Bowl í USA.
Sjónleikarin Melissa McCarthy spælir høvuðsleiklutin í lýsingini, har skemtað verður við átøkum hjá umhvørvisfólkum. Melissa skal í lýsingini eitt nú royna at verja hval og bjarga hóttum trøum, men hon kemur illa fyri hvørjaferð.
Leiðarin fyri Sea Shepherd hevur eisini hugt eftir lýsingini, og fyrst gjørdist hann argur um lýsingina, men síðani helt hann, at hon var skemtilig og vísti á umhvørvisvandar.
- Men eg ætli mær so ikki at keypa ein KIA fyri tað, tí bara bókstavirnir ræða meg, Killed In Action. At persónurin, sum Melissa spælir í lýsingini, eisini doyr í fleiri støðum, stuðlar bara upp undir hetta. Eg ivist í, um framleiðararin eru greiðir yvir tað, skrivar Paul Watson tulkandi á facebook vanga sínum.
- Lýsingin sær út til at hava kostað nógvar pengar, og hon er skemtiligan á ein myrkan hátt, so rós til KIA fyri tað, men tit fara ikki at síggja meg deyðan í KIA, skrivar Watson.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj lýsingina.