Watson reypar um stuðul frá tónleikarum

- Vit hava fingið ótrúligan stuðul frá tónleikarum og bólkum, sigur Paul Watson

Leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, reypar nú um stuðulin, sum felagsskapurin fær og hevur fingið frá kendum rocktónleikarum og bólkum.

Nú um dagarnar spældi trummuspælarin í rockbólkinum Red Hot Chili Peppers, Chad Smith, í klæðum við Sea Shepherd logo, og tað fær Watson at leypa upp frá í ovfarakæti og takka fyri stuðulin. Chad Smith situr í einari nevnd hjá Sea Shepherd.

Sambært Paul Watson hevur Sea Shepherd gjøgnum árini fingið stuðul frá kendum bólkum og tónleikarum sum Boston, Aerosmith, Mick Jagger, Smashing Pumpkins, The Eagles, Nickelback og Chrissie Hynde.