Nú Steven Spielberg og Dreamworks hava avlýst ætlaðu upptøkurnar í Føroyum, er Paul Watson skjótur at taka sær æruna.
Hann sigur, at longu tveir dagar eftir, at tað var kunngjørt, at Steven Spielberg og Dreamworks, skuldu gera upptøkur til filmin “The BFG” í Føroyum, fór hann at savna undirskriftir saman til eitt mótmælisskriv, hann ætlaði at senda Dreamworks. Og nú er ferðin avlýst.
- Hvat hendi millum 20. mai og 9. juni? Vit handaðu Dreamworks tær 50.000 mótmælisundirskriftirnar móti at gera upptøkur eitt stað, sum so rátt slakta grindahval og delfinir, skrivar Paul Watson.
Hann skrivar víðari, at í veruleikanum harmar hetta hann, tí at Føroyar vildu verið eitt sera vakurt bakteppi til filmin.
- Dreamwork eru tó fullklárir yvir at at gera upptøkur í Føroyum hevði ført til sera neiliga umtalu um og mótmæli móti filminum, skrivar Paul Watson.
Paul Watson lovar tó, at bæði filmsupptøkur og sjónleikarar vera í Føroyum í summar, men at tað verður Sea Shepherd, sum fer at gera upptøkurnar til teirra átak, Sleppið Grindini.
Paul Watson er greiður yvir, at føroyingar hava gjørt nýggjar lógir, fyri at stríðast móti Sea Shepherd, og tykist taka hetta sum eitt heiðurstekin.
- Hetta merkir at føroysku hvalaveiðumenninir síggja Sea Shepherd sum eina týdningarmikla hóttan móti áhaldandi ráskapinum av árliga blóðbaðnum, skrivar hann. Sjálvur metir hann, at siðurin at drepa grind ger Føroyar til eitt pariah, eitt útskot, í eygunum á siviliseraða heiminum.










