Paul Watson, sum er leiðari fyri felagsskapin Sea Shepherd, viðurkennir, at hann hevur fragd av, at fólk spilla hann út og senda honum hatursbrøv.
– Øllum tykkum, sum hata meg, kritisera meg, hava andstygd fyri mær ella hótta meg, takki eg fyri, at tit tíma at brúka tíð upp á tað. Eg virðismeti tað, sigur Paul Watson í einum posti á facebook vanga sínum.
Av og á greiðir Paul Watson fjepparum sínum frá, hvussu nógv haturbrøv hann fær, og hvussu nógv hann verður útspiltur. Endamálið við tí kann bert gitast um.
– Við hvørt eru tit stuttlig, við hvørt eru tit bara keðiligt, men tað er ikki so farligt – eg havi ein delete-knøtt, sigur hann.
Watson heldur, at tað er imponerandi, at fólk, sum ongantíð hava hitt hann, hata hann.
– Eg má tó viðganga, at mær dámar væl, at so nógv fólk øsa seg um meg og brúka tíð til at tosa, finnast at, skelda og enntá gera facebook bólkar, sum hava til endamáls at fremja álop á meg. Eg eri smikraður av tí, sigur Paul Watson í sínum vanliga prikandi orðalagi.
Hann heldur, at ein persónur uttan fíggindar ger ov lítið um seg.