Watson krevur líkskoðan av deyðum hvalum

Sea Shepherd kemur nú við merkisverdum kravi

Felagsskapurin Sea Shepherd krevur nú, at líkskoðan verður gjørd av hvalum og delfinum, sum svimja upp á land og doyggja.

Tað sigur felagsskapurin, eftir at hvalir fleiri ferðir seinastu tíðina eru strandaðir í New Zealandi.

Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, sigur, at tað eigur at verða lógarkrav, at líkaskoðan verður gjørd av strandaðum hvalum, sum doyggja.

Kanningarnar skulu vísa, um hvalirnir hava fingið skaða av geislum frá sonarroyndum í sambandi við oljuleiting ella hernaðarligum virksemi. Eisini skal kannast, um plastikk eru í búkinum og gørnum hjá hvalunum, og hvussu nógv kyksilvur er í vevnaðinum.

Umhvørvisfólk vísa á, at serliga nógvir hvalir eru strandaðir í New Zealandi, meðan seismiskar royndir verða gjørdir í sambandi við oljuleiting eystanfyri og vestanfyri New Zealandi. Tí vilja tey hava at vita, um samband er millum oljuleitingina og strandaðu hvalirnar.