Útlendskar slatursíður føra í løtuni eina søgu, um ein samanbrest millum Paul Watson, stovnara av Sea Shepherd, og Fríðrik, krúnprins.
Hetta skal vera hent í náttklubbanum Club 55 í St. Tropez. Fríðrikur, krúnprinsur, er í býnum í samband við árligu regatta'ina. Sjálvur er hann íðin frítíðarsiglari.
Meðan Fríðrikur við fylgi er á náttklubbanum, kemur Paul Watson, sum sat nøkur borð longur yviri, yvir til krúnprinsin, fyri at siga honum nøkur borgarlig orð um grindadrápið.
Ilt er at siga, um nakað hald er í søguni, men líkt er til, at Fríðrikur, krúnprinsur, er í Frankaríki í løtuni. Tað var nevniliga Joakim, prinsur, ið útnevndi nýggjan verjumálaráðharra í Danmark, tí bæði Margretha, drotning, og Fríðrikur, krúnprinsur, vóru burturstødd.