Watson givið upp í Japan

Japanskir myndugleikar hava nú tøkni at fylgja við skipum hjá Sea Shepherd

Felagsskapurin Sea Shepherd, ið er væl kendur í Føroyum, fer ikki til Japan í ár at leggja seg í japansku hvalaveiðuna.

 

Tað skrivar BBC í dag.

 

Orsøkin er heilt einfalt, at Japan nú fær fylgt við hvar skipini hjá Sea Shepherd eru og tí kunnu sleppa undan teimum.

 

Paul Watson sigur við avstralska kringvarpið ABC, at Japan hevur so umfatandi tøkni, at tað er eingin trupulleiki at halda eyga við felagsskapin og til allar tíðir vita hvar skipini hjá teimum eru.

 

- Vit hava ikki somu fíggjarligu orku og tí mugu vit framyvir finna aðrar mátar at fremja okkara virksemi, sigur Paul Watson við ABC.

 

Japan er ofta fyri atfinningum vegan sína hvalaveiðu. Í 2014 vann Avstralia eina rættarsak móti Japan í altjóða dómstóli og eitt fyribils bann bleiv sett móti japanskari hvalaveiðu. Teir tóku tað upp aftur árið eftir.

 

Á