Í gjár skrivaði In.fo, at Paul Watson hevði stongt sína almennu Facebook-síðu fyri fólk í Føroyum. Tá ið tað úr Føroyum var leitað eftir síðuni hjá leiðaranum í Sea Shepherd, var hon ikki at finna. Í øðrum londum var eingin trupulleiki at finna síðuna og at sleppa inn á hana.
Orsøkin var, at Paul Watson hevði blokerað føroyingar frá at sleppa inn á sína síðu.
Bert fáar tímar eftir, at In.fo hevði skrivað um hetta, var Paul Watson aftur á bananum. Hann skrivaði boð til føroyingar um, at nú var hann komin afturíaftur, og nú sluppu føroyingar aftur inn á hansara Facebook-síðu.
– Í síðstu viku blokeraði eg øll fólk í Føroyum frá at síggja mína Facebook-síðu. Tvær orsøkir vóru til tað. Eg vildi vita, um føroyingar fóru at varnast tað, og tað gjørdu tey eftir øllum at døma, tí í dag var ein grein skrivað um hetta. Hin orsøkin var, at eg vildi vita, um tað bar til at blokera eitt heilt land, og tað riggaði, skrivar Paul Watson.
Síðani brúkar hann sum vant ófantaligan málburð um føroyingar og grindadráp, sum leggja upp til líka óftantaligar viðmerkingar frá stuðlum hjá honum. Ein av stuðlunum skrivar:
– Hevur Norðurkorea ikki eina nýggja bumbu, sum teir skulu testa? Teir kunnu vita, um teir kunnu raka Føroyar.
Tað tók føroyingum eina viku at varnast, at Paul Watson hevði stongt sín Facebook-profil fyri føroyingum, men tað tók Watson bert fáar tímar at varnast, at In.fo hevði skrivað grein um hetta. Í øllum førum kann sigast, at Watson fylgir væl við In.fo – og so kunnu vit bert gita, um hann fær hjálp úr Føroyum til hetta.