Paul Watson fekk ikki nógv burtur úr ferðini í Føroyum. Hóast hann ikki óvæntað tekur sær heiðurin fyri, at eingin grind hevur vitjað oyggjarnar hesa tíðina, felagsskapurin hevur verið í Føroyum.
Felagsskapurin skrivar millum annað á heimasíðuni, at løgreglan í Føroyum hevur givið boð um, at eingin grind skuldi haldast til, so leingi Sea Shepherd vitjaði í Føroyum, og soleiðis hevur felagsskapurin bjargað lívinum á fleiri hundrað grindahvalum.
Soleiðis kann man skapa sín egna sannleika. Og tað er helst neyðugt, hjá realitystjørnuni Paul Watson at skapar sær hendan sannleikan, tí hann fekk ikki ta konfrontatiónini í Føroyum, sum hann hevði ynskt sær, og tí má hann siga okkurt, so góðvarnu sponsorarnir ikki halda uppat við at geva honum pengar til marglætistilveruna á heimsum høvum.
TRÝST HER fyri at lesa heimasíðuna hjá Sea Shepherd.