Watson: Eg fái deyðshóttanir úr Føroyum

- Eg havi fingið fleiri deyðshóttanir úr Føroyum, sigur Paul Watson

Í farnu viku segði danskur politikari, sum hevði kjakast við Paul Watson um grindadráp, at hann hevði fingið fleiri deyðshóttanir í teldupostum, og at hann umhugsaði at melda hesar hóttanir.

Sea Shepherd leiðarin Paul Watson heldur ikki, at tað er so løgið. Hann sigur seg sjálvur kenna til at fáa hóttanir eftir lívinum.

- Eg fái deyðshóttanir allatíðina, og seinastu tíðina fleiri úr Føroyum, sigur hann.

Watson roynir samstundis at taka grundarlagið undan hóttanum, sum verða sendar til danskar politikarar.

- Eingin fer at drepa ein danskan politikara orsaka av grindadrápinum. Fólk eru bara ill um tað, sum gongur fyri seg, sigur hann.

- Eg taki ikki undir við deyðshóttanum, og um dansir politikarar veruliga kenna seg hóttar, skulu teir melda tað til løgregluna, sigur Paul Watson.