Watson aftur í føroyskum sjóøki

Skipið John Paul de Joria er aftur komið inn um 12 fjórðinga markið

Skipið hjá Paul Watson hevur nú aftur siglt inn í føroyskt sjóøki. Orsøkin er, at grind er í Sandavági. Hon skal merkjast, skrivar jn.fo.

 

John Paul de Joria hevur við heimild í lógini um trygd á sjónum fingið forboð fyri at koma inn um 12 fjórðinga markið, men tað forboðið breyt skipið, tá ið grind var í Havn herfyri. Sambært løgreglan er annað brot eisini fram. Harumframt hevur manningin ikki givið seg undir innferðareftirlit í samband við, at skipið sigldi inn í føroyskt øki. 

 

Fríggjadagin í farnu viku vendi løgreglan sær til John Paul de Joria. Skipið lá í altjóða sjógvi beint uttanfyri 12 fjórðinga markið. Løgreglan vildi sleppa umborð fyri at tosa við manningina og fyri at skuldseta skiparan fyri at hava brotið forboðið um at sigla inn um 12 fjórðinga markið. Eisini skuldi løgreglan skuldseta alla manningina fyri at hava ferðast inn til Føroya uttan at vilja geva seg undir innferðareftirlit. Men løgreglan slapp ikki umborð.

 

Nú hevur John Paul de Joria so á triðja sinni brotið forboðið um at sigla inn um 12 fjórðinga sjómarkið.

 

##med2##