Watson aftur fingið krakk frá Greenpeace

Paul Watson hevur enn ikki givið upp at standa á odda fyri felagsskapinum Greenpeace. Tað kundi bent á, at maðurin enn elskar sín gamla felagsskap, hóast hann varð tveittur úr honum, tí hann var ov harðligur í síni framferð.

 

Paul Watson var ein av stovnarunum av umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace, men varð at enda tveittur úr felagsskapinum, sum ikki vildi taka undir við hansara harðligu framferð í umhvørvismálum. Paul Watson stovnaði síðani Sea Shepherd.

 

Okkurt bendir tó á, at honum enn leingist aftur til sín fyrsta kærleika, Greenpeace. Í dag skrivar hann nevniliga á Facebookvanga sínum, at hann herfyri søkti starv sum stjóri í umhvørvisfelagsskapinum. Hóast hann var til tvær setanarsamrøður, fekk hann at enda krakk við tí grundgeving, at hann ikki var tann, tey leitaðu eftir.

 

Hetta harmar hann almikið, tí eyðsæð hevði hann sæð fyri sær eina óhalga samgongu millum umhvørvisfelagsskapirnar báðar nær hansara hjarta. 

- Tey (tað er Greenpeace) hava fíggingina, evnini at savna pening og at samskipa, meðan Sea Shepherd hevur ídni, uppfinnsemi og dirvi at arbeiða á hermótinum, skrivar hann. 

 

Nú er øði tó komin í grindina, tí Greenpeace eftir øllum at døma sigur seg arbeiða fyri at bjarga hvalum undan japanskari hvalaveiðu í Suðuríshavinum. Paul Watson sigur, at tað er lygn, tað er einans Sea Shepherd sum er har. Tí heitir hann á Greenpeace um antin at senda skip til Suðuríshavið, at geva Sea Shepherd pening at fíggja stríðið móti japanskari hvalaveiðu ella at gevast við at láta sum um, at Greenpeace stríðist fyri hvalunum.

- Sum stovnari av Greenpeace síggi eg ikki Greenpeace sum ein kappingarneyta hjá Sea Shepherd. Eg varð við til at skapa Greenpeace og vil ikki oyðileggja tað. Tað, eg ynski, er at Greenpeace vendir aftur til upprunaligu virðini og aftur vísir tað ídni og dirvi, sum legði lunnar undir tað, sum Greenpeace er í dag, skrivar Paul Watson.