Watkins Kids í Mullers Pakkhúsi

Summartónar ljóma enn um alt landið, ein av forvitnisligu upplivingum verður í Müllers Pakkhúsi í kvøld, tá klarinettkvartettin Watkins Kids spælir. Anna Klett, Oddur Hentze, Bjarni Berg og Martin Mouritsen hava øll somu lagnu at hava verið næmingar hjá enska dirigentinum Hugh Watkins, sum seinast í 70-unum kom til Klaksvíkar og síðani til Havnar, har hann tók sær av tónleikafrálæru. Hann var dirigentur hjá fleiri orkestrum men serliga hjá GHM, har hesi fýra hava sínar røtur.

Ein hópur av blásarum vóru settir at spæla og hesi fýra hava hildið fast í sínum ljóðføri. Tey hava øll útbúgvið seg í tónleiki uttanlands og virka sum tónleikalærarar og tónleikarar. Anna Klett býr í Keypmannahavn og virkar sum ykistónleikari burturav. Hon hevur vunnið sær fastan sess millum danskar tónleikarar, serliga tá ræður um nútíðartónleik.

- Vit vóru øll á ein hátt børnini hjá Watkins fyri umleið 30 árum síðani og hava nú funnið saman á ein serligan hátt við hesi klarinettkvartettin, siga Watkins Kids í tíðindaskrivi.

Skráin er sett saman av modernaðum tónleiki fyri kvartettina, umframt solostykkir og duo og meira traditionellan tónleik.