Wasteland: Vit høvdu ov nógv sjálvsálit

Veddingarfyritøkurnar mettu, at teir fóru at vinna. Og Facebook bar eisini boð um, at menninir í Wasteland vóru best umtóktir. Men í kvøld endaðu teir í vandabólkinum.

 

Teir siga í kvøld við danskar miðlar, at teir als ikki høvdu væntað at enda í vandabólkinum. Tó so vátta teir, at teir ikki vóru nøgdir við sína framførslu í kvøld.

 

Teir siga, at teir høvdu sovið lítið, og onkur teirra var sjúkur, og teir tí skilti væl kritikkin frá Idu Corr og Blachman.

 

- Á nøkrum økjum hava tey rætt. Vit fáa nógvan stuðul frá okkara fjepparum, og tað er greitt, at tað fær ein stórt sjálvsálit av, siga teir við miðlarnar.

 

Teir vátta eisini, at teir væntaðu teir vóru tryggjaðir víðari til næsta fríggjadag, tí stuðulin hevur verið so mikið stórur.

 

Anne Linnet og dreingirnir eru samd um, at framførslan í næstu viku skal vera munandi betri enn tann í kvøld.