Almennu Føroyar eru væl umboðaðar í amerikanska høvuðsstaðnum, har The Kennedy Center leggur hús til norðurlendska mentanarátakið Nordic Cool 2013.
Millum norðurlendsku listarverkini er 90 fuglar úr glasi, framleiddir og floygdir av Tróndi Patursson. Nú Nordic Cool 2013 letur dyrnar upp, eru Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, og Annika Olsen, sum er norðurlendskur samstarvsráðharri farin vestur um hav at heilsa uppá.
Her eru tey bæði avmyndað saman við listarmanninum, ið saman við Guðrum & Guðrum sýnir fram Føroyar. Myndinar hava vit lænt frá landsstýriskvinnuni Anniku Olsen.
Til ber at síggja skránna og aðrar upplýsingar um Nordic Cool 2013 her