"And through it aaaaaaaaal, she offers me...." - sang Jens Marni í sjónvarpinum. Og hann kláraði seg stak væl, sjálvt um hann ikki líktist Robbie Williams sum so. Sangkappingar eru vældámdar fyri tíðina. Nøkur koma langt við røddini, onnur ikki.
Á Torginum í SMS verður í døgunum 25.-26. oktobur ein eitt sindur øðrvísi kapping; ein Wanna-Be kapping. Í orðagreipuni liggur týdningurin »vilja vera sum?«, og her er tað ikki sjálvur sangurin, ið verður í hásætinum.
Harafturímóti snýr kappingin seg um at líkjast einumhvørjum sangfugli ella ? bólki so mikið, sum yvirhøvur til ber.
Ein pallur verður settur upp, og luttakarin fær síðan høvi at vísa síni kynstur framman fyri dómarum, ið til dagliga hava sítt yrki innan tónleikaheimin.
Fyrra dagin er undanumfarið, og síðan verður finalan dagin eftir. Til ber at melda seg til á heimasíðuni hjá SMS, og harafturat verður meira at lesa um kappingina í einum blaðið, ið SMS gevur út í døgunum 7.-8. oktobur.
Viðmerkjast skal, at ávísar treytir verða settar. Tær eru m.a. at luttakararnir ikki mugu vera eldri enn 15 ár og at í mesta lagi 5 luttakarar kunnu verða í einum bólki. Verða tað fleiri, sum ynskja at framføra sum sama songstjørna ella bólkur, kunnu vit velja ímillum hesi.
Tað ræður um at gera skjótt av, tí luttakaratalið verður avmarkað. Tað eru SMS, Pepsi og Føroya Sparikassi sum í felag skipa fyri kappingini.