Wangari Maathai deyð

Wangari Maathai, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 2004, er deyð á einum sjúkrahúsi í Nairobi, har hon fekk viðgerð fyri krabbamein.

Hon var tann fyrsta afrikanska kvinnan, sum fekk friðarheiðurslønina, og hon fekk hana fyri sítt arbeiði fyri burðardyggari menning, demokratii og friði. Wangari Maathai var sera virkin á umhvørvisøkinum, og tað var serliga tað, sum hon var kend fyri. Eitt nú stovnaði hon ein felagsskap, sum gróðursetti fleiri milliónir trø í Afrika.

Wangari Maathai var 71 ára gomul, nú hon doyði.